Vilja hava pengarnar aftur frá Trump

Vilja hava pengarnar aftur frá Trump
Talan er um 776 milliónir krónur, sum veljarar hjá Trump vilja hava endurgoldnar, tí tey kenna seg lumpað
Fólk vilja nú hava pengar aftur frá Trump. Tey kenna seg lumpað
 
04.04.2021 - 15:21

Nógv fólk, sum í fjør lótu pengar til valstríðið hjá Donald Trump, krevja nú at fáa pengarnar aftur. Hetta skrivar New York Times.

Tilsamans er talan um 776 milliónir krónur, sum veljarar hjá Trump vilja hava endurgoldnar, tí tey kenna seg lumpaði.

Orsøkin er ein gjaldsskipan á netinum, har fólk kundu lata pengar til valstríðið hjá Donald Trump. Tað, sum nógv fólk ikki vistu, var, at tey ikki lótu eina eingangsupphædd, men somu upphædd leypandi, eina ferð um vikuna. 

Óraði ikki ilt

Fyri at steðga hesi føstu flytingini var neyðugt at lesa ein langan tekst og seta eitt flugubein í fyri at vísa, at viðkomandi ikki vildi lata somu upphædd eina ferð um vikuna. Og verri enn so øll lósu tekstin og settu flugubeinið í.

New York Times nevnir eitt dømi, har ein persónur læt 500 dollarar og síðani ikki óraði ilt fyrr enn kontan hjá honum varð stongd nakrar vikur seinni. Tá vóru 500 dollarar vorðnir til 3.000 dollarar.

Sambært New York Times hevur Trump-legan verið noydd at afturrinda 10,7 prosent av pengunum, sum privatir gevarar lótu til valstríðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086