Hann bleiv 99 ár: Philip prinsur deyður

Hann bleiv 99 ár: Philip prinsur deyður
Bretski Philip prinsur, hertugi av Edinburgh, er deyður, 99 ára gamal
Philip prinsur á baksetrinum í einum bili, tá hann varð koyrdur heim frá King Edward VII-sjúkrahúsinum í London 16. mars í ár
Mynd: AP  
 
09.04.2021 - 12:18

Tað er við tungum hjarta, at Drotningin kunnger, at elskaði maður hennara, Phlip prinsur, hertugi av Edinburgh, er deyður, stendur í fráboðanini frá Buckingham Palace.

Philip prinsur giftist Elizabeth drotning tann 20. november í 1947. Tey bæði hava verið gift í meira enn 70 ár, og tey eiga fýra børn saman.

Prinsurin fylti 99 ár í fjør summar, og hann hevur saman við Elizabeth drotning búð á Windsor-borgini meðan koronufarsóttin herjar.

Philip prinsur var fyrr í ár innlagdur á sjúkrahúsi í ein mánað til hann varð útskrivaður frá sjúkrahúsinum 16. mars, tá hann fór aftur til Windsor-borgina.

Ein almenn mynd av Philip prinsi og Elizabeth prinsessu, sum varð tikin 10. juli í 1947, stutt fyri at tey giftust. (Foto: AP)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985