Íbúðir byggjast í Norðragøtu

bannari
Íbúðir byggjast í Norðragøtu
Tað ætlar Eysturkommuna, sum nú selur umleið 6.700 fermetrar av jørð, sum kommunan vil, skal brúkast til íbúðarbygging
 
19.04.2021 - 07:31

Tey, sum bjóða, skulu eisini koma við uppskoti um, hvussu byggingin kann skipast, og hvat slag av íbúðum verður bygt. Hetta kann verða eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.

Kommunan setir sum treyt, at tað verður eitt hóskandi tal av íbúðum í verkætlanini. Byggingin skal vera fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til fría útsýnið.

Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, hevur høga góðsku og fellur væl inn í landslagið, sigur kommunan. Freistin, at lata inn skrivlig boð, er fríggjadagin 14. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858