Komnir niður á lægsta punktið í tunlinum

Komnir niður á lægsta punktið í tunlinum
Nú eru 72 prosent borað av Sandoyartunlinum
Nú eru tilsamans 7.832 metrar av 10.785 metrum boraðir í Sandoyartunlinum
 
20.04.2021 - 16:23

Nú er komið niður á lægsta punktið í Sandoyartunlinum, sum er 155,1 metur undir vatnskorpuni.

Í farnu viku vóru 35 metrar boraðir, og nú eru tilsamans 7.832 metrar av 10.785 metrum boraðir.

Hetta svarar til, at nú er borað meira enn 72 prosent av samlaðu longdini av tunlinum.

Gongst sum ætlað, verður seinasta skotið í Sandoyartunlinum latið av síðst í hesum árinum, og eftir ætlanini verður koyrandi í desember 2023.

Sandoyartunnilin er mettur at kosta 1,3 milliardir krónur. Mett verður, at 300 - 400 bilar fara at koyra í tunlinum um samdøgrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053