Eru í miðal 27 ár, tá tær eiga fyrstu ferð

Eru í miðal 27 ár, tá tær eiga fyrstu ferð
Føroysku mammurnar eru hálvt triðja ár yngri enn tær donsku, tá tær fáa fyrsta barnið
Í 2019 var miðalaldurin á kvinnum í Føroyum 27,1 ár, tá tær áttu fyrsta barnið, stendur í heilsulýsingini hjá landslæknanum
 
20.04.2021 - 15:17

Kvinnur í Føroyum, sum eiga sítt fyrsta barn, eru næstan hálvt triðja ár yngri enn kvinnur í Danmark, tá tær eiga fyrstu ferð.

Tað sæst í Heilsulýsing landslæknans fyri 2019, sum varð kunngjørd í undanfarnu viku.

Í 2019 var miðalaldurin á kvinnum í Føroyum 27,1 ár, tá tær áttu fyrsta barnið, stendur í heilsulýsingini. Miðalaldurin á kvinnum í Danmark, sum áttu sítt fyrsta barn fyrraárið, var 29,5 ár, ella 2,4 ár eldri.

Í 2019 vórðu 679 børn fødd í Føroyum. 232 vóru børn hjá kvinnum, sum áttu fyrstu ferð.

Miðalaldurin á teimum, sum gjørdust pápar í Føroyum fyrstu ferð, var í 2019 29,8 ár. Í Danmark var tann miðalaldurin 31,5 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817