Nýggjur umlættinggardepil í Hoyvík

Nýggjur umlættinggardepil í Hoyvík
Tá ið umlættingar- og rehabiliteringsdepilindepilin verður tikin í nýtslu í mai, hækkar kapasiteturin úr 18 upp í 27 pláss
 
25.04.2021 - 17:47

Fyrst í mai letur nýggi umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd í Rólantsgøtu í Hoyvík upp. Tá ið depilin verður tikin í nýtslu, hækkar kapasiteturin úr 18 plássum upp í 27 pláss, sum øll verða savnað í nýggja deplinum í Hoyvík.

Tørvurin á umlætting og rehabilitering er vaksin seinastu árini, og tað hevur tískil verið ein avbjóðing at veita umlætting til øll tey, sum hava tørv á tí, sigur Tórshavnar kommuna.

Í 2019 samtykti Tórshavnar býráð at fara undir at byggja ein depil í Hoyvík, ið skuldi økja um møguleikarnar fyri at fáa umlætting og rehabilitering.

Av tí at tørvurin á umlætting hevur verið stútt vaksandi seinastu árini, hevur Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu millum annað keypt umlættingarpláss frá øðrum kommunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096