Fríðkaðu um seks støð

Fríðkaðu um seks støð
Farna vikuskifti arbeiddu fleiri enn 60 sjálvbodnir føroyingar við at betra um bygdargøtur ymsastaðni í landinum
Gongugøtan úr Havn til Kirkjubø var eitt av støðunum, har tey sjálvbodnu arbeiddu
Mynd: Klara Johannesen/Visit Faroe Islands  
 
28.04.2021 - 06:31

Talan var um Closed for Maintenance, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.

Arbeiðsuppgávurnar snúðu seg um at gera gøtur, at byggja brýr, at endurreisa og umvæla varðar og at seta vegvísarar upp, so tað verður høgligari og tryggari hjá føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum.

Arbeitt var á seks støðum kring landið, í Vestmanna, Vági, Mykinesi, Nólsoy, Kambsdali og Kirkjubø. 

Átakið verður endurtikið

Millum luttakararnir vóru fólk úr øllum landinum og í øllum aldursbólkum. Tann ynskti, ið tók lut, var 21 ár, og tann elsti 80 ár. Býtið millum kynini var javnt, sigur Visit Faroe Islands.

Avgjørt er at endurtaka átakið komandi árini, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari hjá Visit Faroe Islands.

Gongst sum ætlað, verður Closed for Maintenance átakið aftur á skrá í heyst, tá ið bæði útlendingar og føroyingar fara at arbeiða við at varðveita føroysku náttúruna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532