Kunnu landa 15 prosent uttanlands

Kunnu landa 15 prosent uttanlands
Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum
Sjófeingislógin sigur, at øll veiða skal landast í Føroyum, men tað er lógin um veiðigjøld, sum er orsøkin til broytingina
 
28.04.2021 - 16:05

Føroysk skip sleppa at landa 15 prosent av veiðuni uttanlands.

Løgtingið hevur fyri løtu síðani samtykt uppskotið hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni.

Tá atkvøtt varð við aðru viðgerð, vóru 14 atkvøður fyri og 12 ímóti.

Eitt broytingaruppskot frá einum minniluta í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, Henriki Old og Bjarna Kárason Petersen, um at í mesta lagi 30 prosent av veiðuni av svartkjafti kunnu landast uttanlands í apríl og mai mánaði á hvørjum ári, fall. 

Samgonguumboðini í Vinnunevndini tóku undir við uppskotinum frá landsstýrismanninum.

Veiðigjøldini orsøkin

Sjófeingislógin ásetir annars, at øll veiða hjá føroyskum fiskiskipum skal landast í Føroyum.

Tað er lógaruppskotið um veiðigjøld, sum er orsøkin til broytingina.

Sambært lógaruppskotinum um veiðigjøld skal veiðigjaldið á uppsjóvarfisk ásetast eftir miðal avreiðingarprísunum árið fyri.

Við at loyva skipunum at landa 15 prosent av veiðuni uttanlands verður mett, at tað fer at tryggja prísásetingina í Føroyum.

FA: Ein gøla

Føroya Arbeiðarafelag hevur funnist hvassliga at uppskotinum.

Felagið sigur, at tað er ein gøla, at samgongan letur upp fyri møguleikanum, at 15 prosent av veiðuni kunnu landast uttanlands. 

Hetta rakar virkir um alt landið, fleiri fólk gerast arbeiðsleys og mugu í fiskavirkisskipanina í ALS, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Uppskotið skal hava eina viðgerð í tinginum aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454