Ísakalt millum Norðurkorea og USA

Ísakalt millum Norðurkorea og USA
Washington hevur síðani miðskeiðis í februar roynt at fáa í lag diplomatisk samband við Norðurkorea
Kim Jong-un, leiðari í Norðurkorea
 
02.05.2021 - 10:20

Norðurkorea hóttir USA eftir, at amerikanski forsetin, Joe Biden, herfyri kallaði landið eina hóttan móti trygdini. Tað skrivar tíðindastovan, AP.

Biden kallaði hósdagin í fyrstu røðuni til Kongressina kjarnorkuætlanirnar hjá Norðurkorea og Iran fyri eina álvarsliga hóttan móti USA og trygdina í heiminum.

Biden heldur fram við fíggindaliga politikkinum

Kwon Jong Gun, norðurkoreanskur embætismaður

Røðan hjá forsetanum fall ikki í góða jørð í Norðurkorea.

Útsøgnin hjá Joe Biden vísir týðiliga, at hann ætlar at halda fram við fíggindaliga politikkinum mótvegis okkum.

Tað sigur Kwon Jong Gun, aðalstjóri í norðurkoreanska uttanríkisráðnum fyri amerikonsk viðurskifti, sambært tíðindastovuni Associated Press.

Viðurkenna ikki Biden sum forseta

Washington hevur síðani miðskeiðis í februar roynt at fáa í lag diplomatisk samband við Norðurkorea, men Norðurkorea hevur higartil ikki viðurkent Joe Biden sum forseta í USA.

Stutt áðrenn Joe Biden setti seg í stólin í Hvítu húsunum, segði einaræðisharrin í Norðurkorea, at USA var tann størsti fíggindin hjá landinum.

Kim Jong-un hevur kortini ikki víst diplomatiskt samband londini millum frá sær, skrivar bretska kringvarpið, BBC, á netinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887