Fáa fulla løn fyri 32 arbeiðstímar

Fáa fulla løn fyri 32 arbeiðstímar
Arbeiðsvikan hjá almennum starvsfólkum í Íslandi er stytt. Sjúkrarøktarfrøðingarnir fegnast
Guðbjørg Pálsdóttir er forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Íslandi
 
07.05.2021 - 09:10

Starvsfólk hjá tí almenna í Íslandi, sum arbeiða skiftandi arbeiðstíðir, hava nú fingið styttri arbeiðsviku.  Broytingin kom í gildi 1. mai.

Tað merkir, at til dømis sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða 32 tímar sum fulla tíð. Fakfelagið hjá sjúkrarøktarsfrøðingunum fegnast.

Størsta framstig í 40 ár

– Vit hava stríðst fyri, at 80 tímar skiftandi arbeiðstíðir skulu telja 100 prosent. Og tað er útslitið nú, um tú arbeiðir 32 tímar arbeiðsviku. Og tað ger størri mun millum arbeiði og privatlív, og eigur eisini at tryggja góðskuna og trygdina í tænastuni. Hetta er framstig, sum vit ikki hava sæð í 40 ár, sigur Guðbjørg Pálsdóttir, forkvinna í fakfelagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Íslandi.

Broytingin er eisini lønarhækking fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar, sum arbeiða niðursetta tíð. 

Hetta er framstig, sum vit ikki hava sæð í 40 ár

Guðbjørg Pálsdóttir

Ein sjúkrarøktarfrøðingur, sum arbeiddi 80 prosent, verður nú skrásettur at arbeiða 100 prosent fyri somu tímar, og verður lønt fulla tíð.

Umframt sjúkrarøktarfrøðingar, ávirkar broytingin 96 prosent av øllum arbeiði við skiftandi arbeiðstíðum hjá fólki, sum arbeiða hjá kommunum ella landinum. 

Talan er um umleið 9.000 fólk á 700 arbeiðsplássum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162