Arbeiðsmarknaðurin skal viðgera kærur um ALS

Arbeiðsmarknaðurin skal viðgera kærur um ALS
Føroya arbeiðsgevarafelag tekur ikki undir við, at kærunevndin hjá ALS verður løgd niður, soleiðis sum landsstýrið ætlar
Arbeiðsmarknaðurin eigur ALS og skal eisini viðgera kærur um ALS, halda arbeiðsgevarar.
 
09.05.2021 - 12:36

Føroya arbeiðsgevarafelag tekur ikki undir við, at kærunevndin hjá ALS verður løgd niður, soleiðis sum landsstýrið ætlar í nýggju lógini um Kærustovnin.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at kærunevndir, sum viðgera kærumál, sum hava markamót inn á sáttmálaøkið, mugu mannast við skikkaðum fólki, sum hevur góðan kunnleika um kollektiva sáttmálaøkið.

Kærunevndin hjá ALS eigur at vera sjálvstøðug og hava egna skrivstovu.

Arbeiðsgevarar siga, at í álitinum, sum er grundarlagið undir lógaruppskotinum um Kærustovnin, stendur, at tað er ein trupulleiki, at umboð frá áhugabólkum eru í ALS-kærunevndini.

Ognarskapurin

Teirra umboðan ger, at løgfrøðiliga atlitið ikki fær ta tyngd, sum tað eigur at hava.

Henda útsøgn avdúkar, at ognaskapurin hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum í ALS ikki er tikin við, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Atlitið til yrkisfelagsliga umboðan missir harvið týðandi tyngd í viðgerðini, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.

Felagið vísir á, at hildið verður, at tað er neyðugt at hava fakliga umboðan í nevndum, sum eitt nú viðgera barnavernd og psykiatri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366