Sadiq borgarstjóri í trý ár afturat

Sadiq borgarstjóri í trý ár afturat
Sadiq Khan heldur fram sum borgarstjóri í bretska høvuðsstaðnum, London
Sadiq Khan.
 
09.05.2021 - 15:49

Sadiq Khan heldur fram sum borgarstjóri í bretska høvuðsstaðnum, London.

Khan, sum umboðar Labour, vann á avbjóðaranum, Shaun Bailey, úr Konservativa flokkinum, skriva Reuters og Ritzau.

- Takk fyri, London. Tað er ein heiður at tæna býnum, sum eg eri so góður við, í trý ár aftrat, skrivar Khan á Twitter.

Ferðavinna og arbeiðspláss

Í valstríðnum legði Sadiq Khan dent á ferðavinnuna og at útvega fleiri arbeiðspláss.

Í 2016 varð Sadiq Khan fyrsta muslimska valevnið, sum vann borgarstjórasessin í einum stórum høvuðsstaðni í einum vestanlandi.

Hann tók við sum borgarstjóri eftir Boris Johnson, sum nú er forsætisráðharri í Bretlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210