Rætting: Tey 75 - 84 ára gomlu koppseta seg eisini

bannari
Rætting: Tey 75 - 84 ára gomlu koppseta seg eisini
Ein feilur í støðulýsingini frá Koppsetingarbólkinum skeiklaði grundarlagið undir tíðindainnslagi
 
12.05.2021 - 11:37

Í gjár, 11. mai, varð frágreiðingin ”Koppseting fyri COVID-19 – Støðulýsing III” almannakunngjørd.

Sambært frágreiðingini hava færri enn helvtin av teimum í aldursbólkinum 75 - 84 ár tikið ímóti ókeypis tilboðnum um koppseting fyri koronu.

Í hesum aldursbólki hava bara 44 prosent tikið av, meðan undirtøkan í aldursbólkunum omanfyri og niðanfyri er ávíkavist 86 og 84 prosent.

Talvan frá Koppsetingarbólkinum undir Heilsumálaráðnum sæst her:

Eftir Dag og viku í gjárkvøldið - sendingin sæst her Dagur og vika 11. mai 2021 - har tølini vórðu umrødd, er redaktiónin gjørd varug við feilin.

Av einhvørjari orsøk eru fólkini í aldursbólkinum 75 - 84 ár sett til at vera 6.045 í tali. Og tá 2.630 teirra hava fingið fyrra prikið, er undirtøkan 44 prosent.

Fyrrapartin hevur Heilsumálaráðið rættað tølini. Rætta talvan sæst her:

Við nýggju tølunum ber til at staðfesta, at tey 75 - 84 ára gomlu eisini í størstan mun hava tikið av tilboðnum um koppseting. Heili 86 prosent hava tikið av. Feilurin er íkomin, tí tey 75 - 84 ára gomlu eru 3.045 í tali tilsamans.

Við hesum í huga mugu vit staðfesta, at grundarlagið undir tíðindainnslagnum um koronukoppseting í Degi og viku í gjárkvøldið var skeivt. Vit biðja hyggjararnar halda okkum til góðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531