Sjúkrarøktarfrøðingar: FMR brýtur sáttmálan

Sjúkrarøktarfrøðingar: FMR brýtur sáttmálan
Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur kært málið um starvslýsingar á Gigni til Fasta gerðarrætt
Málið um starvslýsingar á Gigni er aftur kært til Fasta gerðarrætt
 
20.05.2021 - 09:29

Tað er brot á sáttmálan millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, at lýst verður eftir fakligum stjóra til Gigni, sum verður settur í lønarflokk sum leiðari 5.

Og tað er eisini sáttmálabrot at søkja eftir varaleiðara til Gigni at seta í lønarflokk sum leiðari 3.

Hetta eigur Fíggjarmálaráðið at viðurkenna.

Tað sigur felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í kæruni til Fasta gerðarrætt. 

Kæruritið kom 7. mai.

Lýst fyrr

Starvið sum fakligur stjóri í Gigni er annars lýst leyst eina ferð fyrr. Men felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum noktaði tá limum sínum at søkja.

Felagið segði, at stjórastarvið var ikki lýst sambært sáttmálanum, sum felagið hevur við Fíggjarmálaráðið.

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum fór í Fasta gerðarrætt og fekk viðhald í, at talan var um óheimilað stríðsstig.

Freistin at søkja tá var 23. apríl. Eingin søkti. Nú er freistin at søkja stjórastarvið á middegi í morgin.

Freistin at søkja varaleiðarastarvið er til 11. juni á middegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542