Sjúkrahúsverkið lovar at uppstiga kanningarorkuna

bannari
Sjúkrahúsverkið lovar at uppstiga kanningarorkuna
Nógv fólk hava í dag til fánýtis roynt bíleggja tíð til koronukanning á teimum trimum sjúkrahúsunum
 
24.05.2021 - 18:20

Ta einu løtuna var so nógv trýst á bíleggingarskipanini hjá Sjúkrahúsverkinum, at hon hoknaði undan. Og tað tók bara eina løtu áðrenn allar tíðirnar í Havn vórðu tiknar.

Sjúkrahúsið roknar við, at 1.200 - 1.300 kanningar eru gjørdar í Havn, tá dagurin er liðugur, og at tilsamans 1.800 - 2.000 fólk eru kannað á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Fleiri kanningarfólk farin í sóttarhald

Í Havn skuldu kanningar gerast frá klokkan 17:00 - 19:30, men stóri eftirspurningurin í dag gjørdi, at kanningarnar eru frá klokkan 16:00 - 20:00.

Spurd, hví Sjúkrahúsverkið ikki hevur gjørt kanningar í allan dag, sigur Margit Stórá, at fleiri av fólkunum, ið eru við til at gera og skipa kanningarnar, eru sjálvi farin í sóttarhald.

Nógva trýstið í dag hevur eisini við sær, at Sjúkrahúsverkið økir um kanningarorkuna hesar komandi dagarnar. Í morgin og mikudagin verða fleiri fólk sett at gera kanningar, sigur Margit Stórá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595