Mælir til lærlingaskipan fyri heilsuútbúgvingarnar

Mælir til lærlingaskipan fyri heilsuútbúgvingarnar
Formaðurin í Kommunufelagnum mælir til, at útbúgvingin eisini kann takast norðanfjørðs, ella við at hava ein part sum fjarlestur
Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður í Kommunufelagnum
 
25.05.2021 - 14:06

- Vit mugu fáa størri fleksibilitet í útbúgvingina til heilsuhjálpara og heilsurøktara, við at skipa útbúgvingina sum eina lærlingaskipan.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og formaður í Kommunufelagnum.

- Vit eiga at umskipa útbúgvingina soleiðis, at hesin fakbólkur og kanska aðrir fakbólkar á eldraøkinum fáa løn undir útbúgving, sigur hann. 

Fjarlestur

- Vit áttu eisini at havt størri fleksibiltet í útbúgvingini. Ikki við at flyta skúlan úr Hovi, men við at gera útbúgvingina tilgongiliga norðanfjørðs, ella við at skipa partar av útbúgvingini sum fjarlestur, heldur formaðurion í Kommunufelagnum. 

Heðin Mortensen vísir á, at Kommunufelagið saman við Kommunala arbeiðsgevarafelagnum hevur sett eitt arbeiði í verk, sum skal fyrireika okkum til avbjóðingarnar, tá ræður um at fáa starvsfólk til eldraøkið.

Ein politiskur stýribólkur við landsstýrisfólkunum í almannamálum, fíggjarmálum, umhvørvis- og vinnumálum og formanninum og næstformanninum í Kommunufelagnum, umframt einum skrivara er settur at arbeiða við hesum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339