Nú er samband aftur millum partarnar

Nú er samband aftur millum partarnar
Føroya Pedagogfelag hevur sent arbeiðsgevarunum skriv
Einki samband hevur verið millum partarnar, síðani Pedagogfelagið vrakaði semingsuppskotið fríggjadagin, men nú hava pedagogarnir skrivað arbeiðsgevarunum bræv
 
27.05.2021 - 13:33

Samband er nú aftur millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Føroya Pedagogfelag, eftir at Pedagogfelagið fríggjadagin í farnu viku vrakaði semingsuppsskotið frá Semingsstovninum. 

- Seinnapartin í gjár fingu vit skriv frá Føroya Pedagogfelag. Nú fara vit at viðgera tað, og taka síðani støðu til, hvat skal henda, sigur Anita Fuglø, leiðari í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. 

Hon vil tó ikki at upplýsa, hvat stendur í skrivinum frá Pedagogfelagnum. 

Tað hevur ikki eydnast útvarpinum at fáa samband við Jógvan Philbrow, formann í Pedagogfelagnum, fyri at spyrja um, hvat stendur í skrivinum. 

Einki samband hevur annars verið millum partarnar síðan semingsuppskotið varð vrakað fríggjadagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026