- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ternan siglir aftur
Ternan siglir aftur
Siglt verður eftir ferðaætlanini

30.05.2021 - 10:05
Ternan fór aftur í sigling ímillum Skopun og Gomlurætt í morgun, og hon siglir eftir ferðaætlanini, upplýsir Strandferðslan á heimasíðuni.
Ternan sigldi á land seinnapartin í gjár, tá skipið kom av Gomlurætt til Skopunar. Skipið snaraði ikki sum vant, men helt somu ferð inn í fjøruna, har tað rendi á land. Ternan varð fingin av aftur í gjárkvøldið, og kavarar kannaðu botnin.
Tað er ikki eydnast okkum at fáa orðið á nakran sum kann siga okkum, hvussu stóran skaða skipið fekk, men hon siglir so aftur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV























