G7-londini við felags skattareglum

G7-londini við felags skattareglum
Fíggjarmálaráðharrarnir í G7 londunum siga seg vera samdar um felags skattareglur, tá talan er um stór altjóða feløg
 
07.06.2021 - 11:25

Endamálið er at forða fyri, at stóru feløgini sleppa undan at rinda skatt.

Londini eru samd um, at partafelagsskatturin skal vera minst 15 prosent, og skatturin skal rindast har sum feløgini hava sítt virksemi, og sína umsiting.

Semjan skal eisini hava við sær, at stóru feløgini ikki flyta til onnur lond, sum kunnu bjóða lægri skatt.

Hava arbeitt leingi

Seinastu árini hevur vanlig mannagongd verið, at lond hava boðið stóru feløgunum serligar skattareglur, og aðrar fyrimunir, fyri at fáa tey at flyta til landið.

Men av tí at londini hava havt ymiskan politikk á økinum, er tað alsamt torførari at fáa nóg mikið av peningi til vega, fyri at reka londini, sum tey eiga, tá talan er um heilsuverk, skúlar og onnur viðurskifti, og til at reisa londini aftur, eftir koronakreppuna.

G7 londini eru heimsins ríkastu demokratisku ídnaðarlond, Kanada, Frakland, Italia, Japan, Bretland, Týskland og USA. Tey fara at hava toppfund 11. juni í Bretlandi.

Fíggjarmálaráðharrarnir í londunum eru í løtuni í London, har tey fyrireika toppfundin, sum verður í Cornwall.

Tey hava arbeitt við felags skattaskipanini í meir enn fýra ár.

Nú er undirtøka úr USA

USA hevur verið ímóti ætlanini, tí serliga stóru amerikansku feløgini skulu rinda meir í skatti. Nýggju reglurnar seta øll tey stóru feløgini eins, tá talan er um skatt.

Joe Biden, forseti, hevur tikið undir við uppskotinum, og hann fær undirtøku frá Altjóða Valutagrunninum, IMF.

Biden verður sjálvur við á toppfundinum fríggjadagin, sum verður hansara fyrsta uttanlandsferð sum forseti.

Hóast leiðararnir í G7 londunum fara at góðkenna ætlanina, so fara helst at ganga fleiri ár, áðrenn avtalan virkar til fulnar.

Onkur lond eru ímóti, m.a. Írland, sum hevur fingið Google og Facebook at skipa seg í landinum, afturfyri at rinda 12,5 prosentstig í skatti.

Tey sum eru ímóti ætlanini halda skattin vera ov lágan, tí hann átti at verið mist 25 prosent, og ikki 15, sum G7 londini eru samd um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847