Sakarmálið móti danska kvotukonginum útsett

Sakarmálið móti danska kvotukonginum útsett
Ákæruvaldið hevur lækkað kravið um pening, sum hald skal leggjast á, úr 232 mió. kr. niður í 210 mió. kr.
Henning Kjeldsen er saman við fleiri øðrum ákærdur í størsta sakarmálinum í donsku fiskivinnusøguni
Mynd: Berlingske  
 
10.06.2021 - 09:25

Størsta sakarmálið í donsku fiskivinnusøguni er útsett til í september.

Orsøkin er, at tey ákærdu vilja hava longri tíð til at kanna kravið um hald á pening, sum ákæruvaldið hevur kravt.

Upprunaliga kravdi ákæruvaldið, at hald skuldi leggjast á 232 milliónir kr., men nú hevur ákæruvaldið lagt fram eina frágreiðing í 9.000 síðum um orsøkina til kravið, men hevur samstundis lækkað kravið um pening, sum hald skal leggjast á, niður í 210 milliónir kr.

Dómarin útsetti málið

Verjin hjá reiðaranum førdi fram í rættinum í gjár, at rætt er ikki farið fram, tá kravið varð roknað út, tí onkur viðurskifti verða nevnd tvær ferðir, og tí er neyðugt at kanna kravið av nýggjum.

Tað gav dómarin verjanum viðhald í, og gav loyvi til, at málið verður útsett til hálvan september, og skal síðani vara til í november.

Sakarmálið byrjaði í mars, og skuldi eftir ætlan vera liðugt fyri summarfrítíðina.

Málið er tað størsta av sínum slag í Danmark. 10 fólk eru ákærd.

Strámenn hjálptu

Reiðarin, Henning Kjeldsen, er tann høvuðsákærdi. Hann skal hava nýtt strámenn fyri at fáa so nógvar kvotur sum møguligt, og kravrið um at leggja hald á 232 milliónir kr., er sett fram ímóti honum. Og kravt verður eisini, at hann missir rættin at reka fiskivinnu.

Aftrat Henning Kjeldsen eru sjey fólk ákærd. Tey skulu hava virkað sum strámenn, fleiri av teimum eru næstringar og fólk, sum hava arbeitt hjá reiðaranum.

Grannskoðarin og advokaturin hjá reiðaranum eru eisini ákærdir, og kravið ímóti teimum er, at teir missa rættin at virka á sínum øki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847