Fyrireika nú talgilt koyrikoyrt

Fyrireika nú talgilt koyrikoyrt
Nógvir bilførarar fáa sekt, tí teir hava ikki koyrikotið uppi á sær, tá politiið steðgar teimum
Akstovan hevur í samstarvi við Talgildu Føroyar sett í verk eina forkanning í sambandi við, at føroyska koyrikortið kanska verður talgilt
 
14.06.2021 - 09:00

Byrjað er nú at fyrireika talgilt koyrikort í Føroyum.

Akstovan hevur í samstarvi við Talgildu Føroyar sett í verk eina forkanning í sambandi við, at føroyska koyrikortið kanska verður talgilt.

Søkt er eftir KT-ráðgeva, sum skal standa fyri tøkniligu veitingunum í forkanningini.

Talgildu Føroyar standa fyri forkanningini.

Tann parturin í forkanningini, sum nú skal gerast, er um uppskot um loysnir á konseptstigi, sum skulu verða grundarlag fyri stigtøkuni um menning. 

Trý ambitiónsløg

Uppskotini skulu gerast á trimum ambitiónsløgum, einfalt, miðal og ambitiøst.

Tilboðini verða vektað helvt um helvt eftir prísi og førleika. 

Nógvir bilførarar fáa sekt, tí teir hava ikki koyrikotið uppi á sær, tá politiið steðgar teimum.

Sektin er 700 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339