Flogvanlukkan í Selvík: Reisa minnisvarða

Flogvanlukkan í Selvík: Reisa minnisvarða
Øll níggju fólkini doyðu, tá flogfarið datt niður 3. august 1996. Talan er um størstu flogvanlukku í søguni hjá donsku verjuni
Tað var eitt Gulfstream-flogfar hjá donsku verjuni, sum datt niður í Selvík fyri 25 árum síðani. Øll, sum vóru við, doyðu
 
17.06.2021 - 14:44

Minnisvarði verður nú reistur í sambandi við flogvanlukkuna í Selvík

Í ár eru 25 ár síðani flogvanlukkuna í Selvík í Sørvági, har níggju fólk lótu lív.

Minnisvarði verður reistur, og hann verður avdúkaður á degnum fyri flogvanlukkuna, 3. august í ár. Ein føroyskur listamaður hevur gjørt minnisvarðan, sum verður settur settur við Bíggjarvegin yvir av staðnum í Selvík, har flogvanlukkan varð, boðar danska verjuleiðslan frá í tíðindaskrivi.

Øll doyðu

Tað var eitt Golfstream-flogfar, sum í ringum veðri undir innflúgving til Vága floghavn, datt niður í Selvík. Níggju fólk vóru við flogfarinum, og øll doyðu. Við flogfarinum vóru millum annað ovastin hjá donsku verjuni, Hans Jørgen Garde, kona hansara, Anna Garde, fylgi og flogmanningin.

Talan er um størstu flogvanlukku í søguni hjá donsku verjuni. 

Ein bók um vanlukkuna verður eisini givin út í sambandi við 25 ára dagin. Søren Nørby og Rasmus Dahlberg, søgukønir í verjuni, hava skrivað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392