Maður fluttur á sjúkrahús

Maður fluttur á sjúkrahús
Maðurin var staddur í báti, men hann dugdi ikki rættiliga at siga frá, hvar hann var staddur
Tyrlan fleyg yvir havnarlagnum í Havn og fann bátin í Vágsbotni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.06.2021 - 15:55

Ein útlendskur maður, sum var sjúkur, var seinnapartin fluttur á sjúkrahús.

Maðurin var staddur í báti, men hann dugdi ikki rættiliga at siga frá, hvar hann var staddur. Tí gekk ein góð løta, áðrenn maðurin var funnin í bátinum, sum lá í Vágsbotni í Havn, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

MRCC váttar, at teir sendu tyrluna avstað at leita. Hon fleyg eina løtu seinnpartin yvir havnarlagnum í Havn fyri at finna bátin við mannin, og tað eydnaðist. 

Hvørki løgreglan ella MRCC vilja siga meira um hendingina.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442