Ein tilburður í gjár - ein triðingur liðugt koppsettur

bannari
Ein tilburður í gjár - ein triðingur liðugt koppsettur
Í løtuni eru 13 smittað, og 39 fólk eru í sóttarhaldi
1.037 fólk vórðu koppsett í gjár. Ein triðingur av øllum fólkatalinum er nú liðugt koppsettur
 
22.06.2021 - 14:32

Ein koronutilburður var í gjár, men tað er ikki greitt, hvussu viðkomandi er smittaður, sigur landslæknin.

786 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 298.657 kanningar.

Í løtuni eru 13 smittað av koronu, og 39 fólk eru í sóttarhaldi.

1.037 koppsett

Í gjár vórðu 1.037 fólk koppsett. 152 fólk fingu fyrra prikið. 885 fólk fingu seinna prikið, og eru liðugt koppsett.

Nú hava 26.105 fólk fingið fyrru koppsetingina, og tað svarar til 49 prosent av fólkatalinum.

17.392 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, tað svarar til 32,6 prosent, sum eru liðugt koppsett.

Tilsamans 43.497 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537