Teistin aftur í sigling hósdagin

Teistin aftur í sigling hósdagin
Ternan, sum hevur avloyst á Sandoyarleiðini, fer nú aftur at sigla um Nólsoyarfjørð
Teistin hevur verið á sleipistøð í Havn til klassingar seinastu tíðina, men nú fer hann aftur í sigling.
 
22.06.2021 - 16:08

Teistin varð flotaður fríggjdagin, og fer aftur í sigling á Sandoyarleiðini hósmorgunin.

Tað sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni. 

Ternan hevur avloyst Teistan á Sandoyarleiðini seinastu fýra vikurnar, meðan Teistin hevur verið til 20 ára klassing. 

Ternan fer nú aftur í sigling um Nólsoyarfjørð.

Í næstu viku fer Sam, sum vanliga røkir Kalsoyarleiðina, á sleipistøð. Arbeiðið tekur tvær til tríggjar vikur.

Strandferðslan arbeiðir í løtuni við at finna eina loysn til ta leiðina, meðan Sam er á beding, upplýsir Jóhan Petur Abrahamsen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858