Samherji biður Namibia og Føroyar um umbering

Samherji biður Namibia og Føroyar um umbering
Felagið sigur, at eitt mistak er gjørt í rakstrinum, tá talan er um altjóða skipaskránna í Føroyum
Samherji sigur seg vera sannført um, at einki revsivert er gjørt í Namibia
 
23.06.2021 - 08:56

Íslendska felagið, Samherji, biður um umbering fyri framferð tess í Namibia.

Í drúgvari yvirlýsing og umbering um virksemið uttanlands, sigur Þor­steinn Már Bald­vins­son, for­stjóri, at bæði hann og Samherji eru sannførd um, at einki revsivert er gjørt í Namibia.

Undantikin er tó framferðin hjá fyrrverandi stjóranum har. Hann hevur játtað seg sekan, stendur í skjalinum hjá Samherja. 

- Men eg havi ábyrgdina, sigur forstjórin, sum biður øll, sum hetta hevur rakt, um umbering.

Slík mistøk skulu ikki endurtaka seg, sigur Þor­steinn Már Bald­vins­son.

Føroyar eisini við

Føroyar eru eisini við í yvirlýsingini og umberingini hjá Samherja. 

Har verður sagt, at mistak er gjørt í rakstrinum, tá talan er um altjóða skipaskránna í Føroyum.

Eg havi ábyrgdina. Slík mistøk skulu ikki endurtaka seg.

Þor­steinn Már Bald­vins­son, forstjóri í Samherja

Ikki er tó greitt enn, hvat hetta mistakið er, men Samherji hevur goldið trygd, meðan leitað verður eftir niðurstøðuni.

Samherji vil rætta hetta mistak, og biður um umbering fyri tað.   

Þor­steinn Már Bald­vins­son sigur seg vóna, at niðurstøðan verður greið og kemur skjótt.


Þor­steinn Már Bald­vins­son er stjóri í Samherja, sum nú biður um umbering. (Mynd: Vísir)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542