KÍ fjepparar sleppa ikki til altjóða dyst

KÍ fjepparar sleppa ikki til altjóða dyst
Eingir áskoðarar sleppa til fyrra dystin hjá KÍ móti lettiska liðnum FK Rīgas Futbola Skola
 
25.06.2021 - 07:45

Tá KÍ 8. juli møtir lettiska liðnum FK RFS í Riga til fyrra dystin í Conference League, so verður tað uttan stuðul frá sínum kendu áskoðarum í Bláu bylgjuni.

Leiðreglurnar hjá UEFA áseta, at eingir útiáskoðarar sleppa við til dystir í Conference League.

Hetta verður gjørt fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing í sambandi við koronufarsóttina. 

Tað skrivar KÍ á heimasíðu síni. 

Men klaksvíkingar og norðoyingar annars skulu ikki stúra. Viðhaldsfólkini sleppa kortini til seinna dystin móti lettiska liðnum, tá spælt verður í Djúpumýru. Í gjár boðaði UEFA nevniliga frá, at føroysku liðini sleppa at spæla sínar heimadystir í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598