Danmark skal spæla móti Kekkia

Danmark skal spæla móti Kekkia
Heldur óvæntað, verður tað Kekkia, sum Danmark skal spæla ímóti í EM-fjórðingsfinaluni
Stóra stjørnan hjá Kekkia, Patrik Schick, skoraði til 2-0. Tað var fjórða málið hjá honum í kappingini.
 
27.06.2021 - 19:02

Holland var stórfavorittur í áttandapartsfinaluni móti Kekkia seinnapartin. Holland hevði vunnið allar sínar bólkadystir, og tað var væntað, at hollendingar fóru at vinna.

Men Kekkia vildi tað øðrvísi, tí kekkar spældu ein sera skilagóðan dyst, og Holland fekk bara spælt seg til ein ordiligan málmøguleika. 

Dysturin vendi, tá Juventus verjuleikarin, Matthijs de Ligt, fekk reytt kort í 55. minutti, tá hann forðaði fyri einum uppløgdum málmøguleika við at brúka hondina. 

Holland royndi at stýra dystinum við 10 monnum, men í 68. minutti legði Kekkia seg á odda, tá Tomas Holes stútaði bóltin í málið eftir eitt innlegg, sum Tomas Kalas fyrst stútaði innfyri aftur. Málverjin hjá Hollandi fór ein ordiliga kaitúr, tá málið kom. 

Kekkar vóru korpsliga væl betur fyri enn hollendingar, og í 80. minutti breyt ein vælleikandi Tomas Holes ígjøgnum hollendsku verjuna og spældi bóltin tvørtur um til Patrik Schick, sum skeyt sítt fjórða mál í EM-endaspælinum. 

Danmark skal sostatt spæla móti Kekkia í fjórðingsfinaluni, sum má sigast at vera ein 50/50 dystur. Men Preben Elkjær væntar, at Danmark vinnur, tí donsku leikararnir eru betri enn teir kekkisku. 

EM-áttandapartsfinalurnar 

Leygardagin 26. juni
1: Wales - Danmark 0-4 
2: Italia - Eysturíki 2-1

Sunnudagin 27. juni
3: Holland - Kekkia 0-2
4: Belgia - Portugal (20:00, Sevilla)

Mánadagin 28. juni
5: Kroatia - Spaina (17:00, Keypmannahavn)
6: Frakland - Sveis (20:00, Bukarest)

Týsdagin 29. juni
7: Ongland - Týskland (17:00, London)
8: Svøríki - Ukraina (20:00, Glasgow)

 

Vegurin til finaluna:

 Áttandanpartsfinalur 

 Fjórðingsfinalur   Hálvfinala   Finalan   Hálvfinala   Fjórðingsfinalur   Áttandapartsfinalur 

 Svøríki - Ukraina

        Italia  Belgia - Portugal

 Ongland - Týskland

 Italia - Eysturríki     2-1

 Chiesa (95.),  Pessina (105. +1)

 Kalajdzic (114)

 Holland - Kekkia 0-2

 Holes (68.), Schick (80.)

 Danmark

 Kekkia 

   Frakland - Sveis

 Wales - Danmark 0-4  

 Dolberg (27., 48.)   Mæhle (88.)   Braithwaite (90+4)

 Kroatia - Spania
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985