Italia og Spania hittast í hálvfinaluni

Italia og Spania hittast í hálvfinaluni
Nú er greitt, at onnur EM-hálvfinalan verður millum Italia, sum vann á Belgia, og Spania, sum vann á Sveis
 
02.07.2021 - 22:02

Stórur spenningur var til tað síðsta í báðum fjórðingsfinalunum í dag og í kvøld, tá fyrst Sveis og Spania spældu, og síðani Italia og Belgia. 

Sveis stríddist enn einaferð manniliga móti spanska yvirvaldinum, og hóast Spania var við greiðum yvirluta í dystinum, og Sveis fekk ein mann útvístan, so endaði fjórðinsfinalan við brotssparkskapping. 

Spania legði seg annars á odda í dystinum við einum máli, sum bleiv tilskrivað sum eitt sjálvmál av Denis Zakaria. Men tað var vinstri bakkur hjá Spania, Jordi Alba, sum stóð fyri málinum, tá skotið hjá honum rakti Zakaria hjá Sveis. 

Sveis fekk stríðst seg innaftur í dystin við einum hegnisligum máli, sum Xherdan Shaqiri skoraði.

Men so bleiv Remo Freuler hjá Sveis útvístur, og ráddi bara um hjá Sveis at royna at verja seg fram til brotssparkskappingina. Yann Sommer í málinum framdi undirverk saman við verjuni, og tað eydnaðist Sveis at stríða seg fram til brotssparkskappingina móti tannleysa spanska liðnum. 

Sveisisku leikararnir vóru ósvitaliga tryggir, tá teir sparkaðu brotsspørk móti Fraklandi í attandaparstfinaluni. Men móti Spania og Unai Simmon í málinum gekk tað minni væl. 

Bert ein av sveisisku leikarunum megaði at sparka bóltin í málið, og so gjørdi tað minni hjá Spania, at tveir av teirra leikarum brendu. 

Italia var sannførandi

Hin fjórðinsfinalan í kvøld var millum tveimum av landsliðunum, sum vórðu spádd til at vinna EM, Italia og Belgia. 

Dysturin var bæði vælspældur og spennandi, men Italia hevði yvirtakið so at siga allan dystin. 

Italia kom eisini fram um við tveimum málum. Tað fyrra skoraði Nicolo Barella sera hegnisliga, tá hann einsamallur broderaði seg gjøgnum belgisku verjuna, áðrenn hann sparkaði bóltin í málið. 

Seinna málið gjørdi Lorenzo Insigne í 44. minutti, tá hann slapp at renna ótarnaðu fram móti brotsteiginum hjá Belgia, áðrenn hann í eyðkendum stílin sparkaði bóltin í málið úr 20 metra frástøðu. Kongamál av sera dugnaliga spælaranum. 

So trúðu øll, at dysturin var avgjørdur. Men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk besti leikari hjá Belgia, 19 ára gamli Jeremy Doku á vinstra vongi, eitt heldur bíligt brotsspark. 

Romelu Lukaku var ósvitaliga tryggur frá brotssparksblettinum. 

Í seinna hálvleiki royndi Belgia at trýsta Italia, men Italia megaði at standa ímóti trýstinum, hóast Lukalu fekk tveir stórar kjansir, sum hann brendi. Og Doku royndi til tað allarsíðsta at javna. 

EM-áttandapartsfinalurnar 

Leygardagin 26. juni
1: Wales - Danmark 0-4 
2: Italia - Eysturíki 2-1

Sunnudagin 27. juni
3: Holland - Kekkia 0-2
4: Belgia - Portugal 1-0

Mánadagin 28. juni
5: Kroatia - Spaina 3-5
6: Frakland - Sveis 3-3 / 4-5 eftir brotssparkskapping

Týsdagin 29. juni
7: Ongland - Týskland 2-0
8: Svøríki - Ukraina 1-2

 

Fjórðingsfinalurnar

Fríggjadagin 2. juli
Sveis - Spaina 1-1 (1-3 brotssparkskapping)
Belgia - Itala 1-2

Leygardagin 3. juli
Kekkia - Danmark (18:00, Baku)
Ukraina - Ongland (21:00, Róm)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. februar
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
203794
Hósdag 5. februar
Eitt korter við jazzi
203774
Hósdag 5. februar
Breddin: Aldursmark á sosialar miðlar
203764
Hósdag 5. februar
Dansival - Gestur er Joen Remmer
203763
Hósdag 5. februar
Morgunlestur hósdagur 5.februar 2026
203554
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203725
Hósdag 5. februar
Sophilia - Motormani
203726