Føroyskar prædikur sleppa at vera føroyskar

Føroyskar prædikur sleppa at vera føroyskar
Lógaruppskotið hjá donsku stjórnini um, at allar prædikur, ið eru á øðrum málum enn donskum, skulu umsetast til danskt, er nú útsett í óásetta tíð
 
12.07.2021 - 14:02

Eitt uppskot hjá danska kirkjumálaráðharranum, sum hevði havt við sær, at føroyskar meinigheitir í Danmark skulu umseta føroyskar prædikur til danskt, er nú útsett í óasetta tíð. 

Tað skrivar Jyllands Posten.

Joy Mogensen, kirkjumálaráðharri, hevur í fleiri førum útsett málið, tí tað hevur verið ivasamt við undirtøkuni í fólkatinginum, men hesuferð er tað útsett í óásetta tíð.

Endamálið við lógaruppskotinum er at forða fyri islamskari radikalisering, men danska stjórnin hevur verið fyri nógvum atfinningum, eisini uttanfyri Danmark, fyri uppskotið, tí hildið verður, at uppskotið rakar skeivt.

Joy Mogensen vil ikki gera samrøðu um málið, men hon sigur við Jyllands Posten, at korona er orsøkin til, at málið verður útsett.

Hon leggur aftrat, at stjórnin tó ikki hevur slept ætlanini, um at prædikur á øðrum málum enn donskum skulu týðast til danskt, hóast málið nú er tikið av listanum av málum, sum verða løgd fyri Fólkatingið í næstum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595