Koppseting verður kravd í Fraklandi

Koppseting verður kravd í Fraklandi
Í fyrstu syftu er talan um starvsfólk í heilsuverkinum, men forsetin boðaði samstundis frá, at kravið kann verða sett øllum sum eru yvir 12 ár
 
13.07.2021 - 08:52

Franski forsetin, Emanuel Macron, hevur givið boð um, at fólk skulu koppsetast fyri koronu.

"Tá fólk ikki lurta, er neyðugt at tey fáa tað at kenna," segði forsetin, tá hann boðaði frá avgerðini um at fólk skulu koppsetast.

Í fyrstu syftu er talan um starvsfólk í heilsuverkinum, men forsetin boðaði samstundis frá, at kravið kann verða sett øllum sum eru yvir 12 ár.

Sostatt hevur franski forsetin broytt støðu, tí í desember í fjør, segði hann, at koppsetingin ikki verður eitt krav, men at bert tey sum vilja koppsetast, skuldu koppsetast.

Hóast tey flestu í Fraklandi eru samd við forsetan, so eru nógv sum eru ímóti, og orðaskifitð er nógv um avgerðina.

Útlit eru til, at fjórða aldan av koronu fer at raka Frakland, og um níggju mánaðir verður forsetaval, og tað ger støðuna hjá Macron trupla, tí hóast tey, sum eru ímóti at koppseta fólk, eru fá í tali, so ávirka og hoyrast tey væl, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860