Svøríki linkar koronutiltøkini

Svøríki linkar koronutiltøkini
Frá hósdegnum kunnu fleiri fólk vera í handlum samstundis, og avmarkingarnar, sum hava verið galdandi við jarnbreytarferðsluni, verða settar úr gildi
Mynd: riksdagen.se  
 
13.07.2021 - 08:57


Svenska stjórnin hevur gjørt av at linka tiltøkini ímóti koronu, og tey koma í gildi hósdagin.

"Tað gongur støðugt betur," sigur handils- og ídnaðarráðharrin, Ibrahim Baylan, sum saman við heilsumyndugleikunum boðaði frá broytingunum í gjár, skrivar SVT.

Frá hósdegnum kunnu fleiri fólk vera í handlum samstundis, og avmarkingarnar, sum hava verið galdandi við jarnbreytarferðsluni, verða settar úr gildi.

"Fyri tey ferðandi hevur tað framvegis stóran týdning at ansa væl eftir, um tey kenna seg sjúk," sigur ráðharrin.

Heitt verður framvegis á sviar um at halda frástøðu, tí eisini í Svøríki eru tað alsamt fleiri, sum gerast sjúk av Deltaslagnum av koronu, skrivar SVT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672