Noyðast at umbyggja rættarsal fyri at rúma nýggju rættargangslógini

Noyðast at umbyggja rættarsal fyri at rúma nýggju rættargangslógini
Føroya rættur noyðist at umbyggja ein av rættarsalunum, fyri at hann kann liva upp til tørvin í nýggju rættargangslógini
 
15.07.2021 - 07:44

Ein av rættarsalunum í Føroya rætti verður nú umbygdur.

Talan er um grundleggjandi umbygging, har millum annað sjálv innrættingin verður snarað ein fjórðings
sólarring. 

Innbúgvi verður skift og tekniskar dagføringar gjørdar.

Nýggja rættargangslógin setur størri krøv til plássið í salinum, - til dømis tá rættarfundir eru og leikdómarar luttaka. 

Eisini verður fast pláss gjørt til nevningar, tá hesi eru við í rættarmálum.

Umbyggingin ger, at tað verður lættari at gera rættarsalin størri, tá tað krevst.

Arbeiðið at umvæla rættarsalin verður liðugt 23. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537