Treytaða fongsulsrevsing og samfelagstænastu fyri eldáseting

Treytaða fongsulsrevsing og samfelagstænastu fyri eldáseting
Maðurin tók við dóminum
Maðurin var ákærdur fyri eldáseting og roynd at seta eld á. (Savnsmynd)
 
08.05.2024 - 09:24

Ein 17 ára gamal maður fekk níggju mánaða treytaða fongsulsrevsing og samfelagstænastu í 150 tímar, tá hann var dømdur í Føroya rætti í gjár.

Maðurin var ákærdur fyri eldáseting og roynd at seta eld á.

Tað var á einari bensinstøð í Havn 27. august í 2022.

Hann var ákærdur fyri at taka bensin úr einari pumpu og festa í tað.

Bensinið brann, men eldur kom ikki í pumpurnar, hóast bensinið lá at teimum.

Kravið hjá ákæruvaldinum var 11 mánaðir treytaleyst.

Maðurin tók við dóminum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334