Danmark: Barnakonur kunnu koppsetast

Danmark: Barnakonur kunnu koppsetast
Landslæknin sigur, at tað er ikki óhugsandi, at føroyskar barnakonur í næstum eisini kunnu verða koppsettar fyri Covid-19.
 
21.07.2021 - 14:55

Danska Heilsustýrið mælir nú til, at barnakonur og kvinnur, sum geva bróst, eisini verða koppsettar fyri Covid-19.

Og tað er ikki óhugsandi, at føroyskar barnakonur í næstum eisini kunnu verða koppsettar fyri Covid-19.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur við Kringvarpið, at fráboðanin frá danska Heilsustýrinum ikki kom óvart á tey í koppsetingarbólkinum. 

Tað hevur eisini verið til umrøðu í føroyska koppsetingarbólkinum áður, og fer uttan iva eisini at verða tikið upp á næsta fundi, sum verður týsdagin í næstu viku, sigur Lars Fodgaard Møller.

Hann vil tó ikki siga longu nú, um bólkurin fer at mæla til, at føroyskar barnakonur eisini kunnu verða koppsettar. 

Landsstýrismaðurin eigur avgerðina
Lars Fodgaard Møller vísir eisini á, at koppsetingarbólkurin er vegleiðandi hjá landsstýrismanninum við heilsumálum, og at tað tí í síðsta enda er upp til landsstýrismannin at broyta hesa regluna. Tað sama ger seg galdandi í til dømis spurninginum um at koppseta børn millum 12 og 15 ár, har endaliga avgerðin liggur hjá landsstýrismanninum.

Tað hevur verið óvist, um koppingarevnið er gott fyri barnakonur, og Pfizer hevur ikki kannað møgulig árin tað kann hava á barnakonur og ófødda barnið. 

Men nú metir danska Heilsustýrið út frá royndum og tølum í øðrum londum, at tað er trygt at koppseta barnakonur og kvinnur, sum geva bróst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Hósdag 5. mars
RagnarRokk 5.mars 2026
204436
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176