Fleiri løntakarar, men vøksturin er steðgaður

Fleiri løntakarar, men vøksturin er steðgaður
Í juli vóru 14.300 menn og 13.500 kvinnur løntakarar
500 fleiri løntakarar vóru í juli enn í fjør, men sambært Hagstovuni er vøksturin í løntakaratalinum steðgaður.
 
17.08.2021 - 10:37

Í juli vóru 27.800 løntakarar í Føroyum. Tað eru knappliga 500 fleiri enn sama mánað í fjør.

Hóast vøkstur í juli, vísir gongdin, at seinastu mánaðirnar hevur løntakaratalið staðið í stað, og vøksturin er steðgaður upp, sigur Hagstovan.

Í juli vóru 14.300 menn og 13.500 kvinnur løntakarar.

Vøksturin í talinum av mannligum løntakarum eru steðgaður upp, men fleiri kvinnur eru komnar á arbeiðsmarknaðin. 

Afturgongd í privatum vinnum

Tølini hjá Hagstovuni vísa, at ein lítil afturgongd er í løntakaratalinum í privatum tænastuvinnum. Í byggivinnuni er løntakaratalið eisini minkað, eftir at hava verið í støðugum vøkstri síðani 2014. Hinvegin hevur løntakaratalið í almennum tænastum verið støðugt vaksandi, og vøksturin hevur hildið fram seinasta árið.

Løntakaratalið í fiskivinnuni og aðrari tilfeingisvinnu sveiggjar meira enn í øðrum vinnugreinum, men tað er vaksið munandi seinastu árini, og ikki síðani 2008 hava so nógvir løntakarar verið í fiskivinnuni og tilfeingisvinnuni, sigur Hagstovan.

Korona ávirkar ymiskt 

Misjavnt er, hvussu nógv korona hevur ávirkað arbeiðsmarknaðin í Norðurlondum.

Í Føroyum og Danmark eru nú eins nógvir ella fleiri løntakarar enn undan koronu. Í Føroyum og Íslandi minkaði løntakaratalið meiri lutfalsliga í apríl í fjør enn í Danmark og Noregi, men løntakaratalið í Føroyum kom lutfalsliga skjótt uppaftur á sama stig sum undan koronu.

Í Danmark hevur løntakaratalið tikið dik á seg aftur, og er nú á sama stigi, sum tað var undan koronu.

Í Íslandi og Noregi eru framvegis færri løntakarar enn tað vóru, áðrenn korona kom, men í Íslandi er løntakaratalið farið at vaksa aftur, vísa tølini hjá Hagstovuni. 

Meira fæst at vita um hagtølini her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595