Hellutangi dálkar einki av týdningi

Hellutangi dálkar einki av týdningi
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu
Fleiri royndir eru gjørdar at toga Hellutanga avaftur, men tær eru miseydnaðar.
Mynd: Hiddenfjord  
 
17.08.2021 - 11:23

Roknað verður ikki við dálking, sum hevur nakran týdning, um Hellutangi verður liggjandi á Víkum til næsta summar.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, í svari til Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu, sum hevur spurt um fóðurflakan.

Helgi Abrahamsen sigur, at lítið og einki av olju og øðrum dálkandi evnum eru í Hellutanga. Hann er heldur ikki til ampa fyri fiskiskap og skipaferðslu.

Kanningar av aldu- og streymviðurskiftum á Víkum vísa, at sjógvútskiftið er gott, og Umhvørvisstovan heldur tí, at vandin fyri dálking er avmarkaður á Víkum.

Skulu hava tilbúgvingarætlanir

Økið á Víkum liggur út til opið hav, og tað kann tí vera ein avbjóðing fyri bæði fisk og útgerð at vera á staðnum í vánaligum veðri.

Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna, hevur fingið svar frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um Hellutanga. ​​

Treytir eru í umhvørvisgóðkenningini fyri alingina á Víkum, at virkið skal hava mannagongdir at byrgja óhappum, og hvat skal gerast, um óhapp hendir.

Umhvørvisstovan er í ferð við at endurskoða umhvørvisgóðkenningar til alibrúk. Í góðkenningum fyri størri virki er ásett, at tey skulu hava tilbúgvingarætlanir, sigur Helgi Abrahamsen í svarinum til Ingilín D. Strøm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
174910
Fríggjadag 10. mai
Vikuskiftið 10 mei 2024
174904
Fríggjadag 10. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Fríggjadag 10. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843