Stór mótstøða ímóti at loyva øllum russiskum skipum í føroyskar havnir

Stór mótstøða ímóti at loyva øllum russiskum skipum í føroyskar havnir
Hvørki samgongan ella Sambandsflokkurin og Miðflokkurin taka undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum
Sum er sleppa bara russisk skip, sum fiska eftir sáttmálanum millum Føroyar og Russland, í føroyskar havnir. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.05.2024 - 09:02

Stór semja er í løgtinginum um ikki at taka undir við uppskoti Fólkafloksins um at linka revsitiltøkini móti russiskum skipum, so tey øll aftur sleppa í føroyskar havnir.

Hvørki samgongan ella Sambandsflokkurin og Miðflokkurin taka undir við uppskotinum.

Uttanlandsnevndin hevur skrivað álit um uppskotið.

Samgongan og Miðflokkurin eru í meirilutanum. 

Tveir minnilutar eru, Sambandsflokkurin í øðrum og Fólkaflokkurin í hinum.

Meirilutin mælir landsstýrinum til at endurskoða fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland sum skjótast, so uttanlandsnevndin kann fáa málið í góðari tíð.

Fólkaflokkurin tekur, sum vera man, undir við sínum egna uppskoti. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045