Nógv minni til av makreli í Norðurhøvum

Nógv minni til av makreli í Norðurhøvum
Endaligu úrslitini av norðurlendsku makrelkanningunum eru nú tøk
Vísitalið fyri makrel er minkað niður í helvt, vísa makrelkanningarnar.
 
30.08.2021 - 13:57

Vísitalið fyri makrel er minkað niður í eina helvt síðani í fjør

Tað sigur Havstovan, nú endaligu útslitini av makrelkanningunum, sum Føroyar gera saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru tøk.

Úrslitini vísa tí munandi minni nøgdir av makreli í Norðurhøvum.

Stendur norðari

Havstovan sigur, at kanningarnar benda á, at makrelurin er at finna norðari enn undanfarin ár, og hóast minni er til, er sera nógv av ársgomlum og tvey ára gomlum makreli.

Eisini flytur makrelurin seg longri eystureftir, eins og hann hevur gjørt síðani 2018, tá nøgdirnar fóru at minka í Eysturgrønlandi. Í íslendskum øki var tað bara út fyri eysturlandinum, at makrelur var at síggja í ár.

Hóast vísitalið fyri makrel er minkað nógv, er vísitalið fyri norðhavssild at kalla óbroytt síðani í fjør.

Nógvur ársgamal svartkjaftur

Og vísitalið fyri svartkjaft er vaksið nærum ein fjórðing, 24 prosent. Havstovan sigur, at orsøkin til hetta, er, at nógvur  ársgamal svartkjaftur var at síggja, meðan minni var til av stórum svartkjafti.

Úrslitini verða brúkt saman við øðrum kanningum og veiðitølum, til at gera stovnsmetingar av uppisjóvarfiski.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329