Bretland: Ov fáir lastbilar at flyta matvørur

Bretland: Ov fáir lastbilar at flyta matvørur
Tørvur er á í minsta lagi 100.000 bilførarum, sigur flutningsídnaðurin. Lønin er ov lítil, siga fakfeløgini
Tað stendur á at fáa nóg mikið av matvørum og neyðsynjarvøurin kring Bretland, tí ov fáir lastbilførarar eru.
 
02.09.2021 - 14:19

Bretska samfelagið líður undir eini flutningskreppu, tí ov fáir lastbilførarar eru at flyta mat og aðrar neyðsynjarvørur kring landið, skrivar The Guardian.

Tað hevur við sær, at matvøruhandlar kunnu ikki selja tað, sum er neyðugt, grønmeti rotnar í goymsluhallum, og fleiri matstøð hava stongt, tí eingin matvøra fæst til vega.

Flutningsídnaðurin boðar frá, at tørvur er á minst 100.000 bilførarum at flyta mat- og aðra neyðsynjarvøru kring landið.

Rýmdir undan brexit

Brexit og korona hava fingið nógvar lastbilførarar úr øðrum londum at rýma úr Bretlandi, og samstundis gongur striltið at fáa sett aðrar bilførarar við, skrivar blaðið.

Lastbilførararnir taka ikki undir við sjónarmiðinum um, at brexit og korona eru einasta orsøkin.

- Trupulleikin, sum nú stingur seg upp, botnar í, at lastbilførararnir hava fingið vánaliga løn í nógv ár. Lønin er 10 pund um tíman, og tað fær ikki royndar bilførarar at koyra bilar, sum viga upp í 44 tons, á vánaligu vegunum í Bretlandi, sigur formaðurin í fakfelagnum, Unite, sum er størsta fakfelagið í Bretlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342