KÍ tók málmet í stórsigri á Svangaskarði

KÍ tók málmet í stórsigri á Svangaskarði
Boris Dosljak skeyt málið, sum gjørdi, at KÍ nú er mest skorandi liðið í bestu fótbóltsdeildini við monnum. Tað gjørdi hann í 5-0 stórsigri ímóti B68 á Svangaskarði
Boris Dosljak skeyt metmálið, tá KÍ vann stórt á Svangaskarði
 
12.09.2021 - 16:47

KÍ er nú tað liðið, sum hevur skotið mest mál upp á eitt kappingarár í bestu føroysku fótbóltsdeildini við monnum.

Tað vórðu teir, tá Boris Dosljak skoraði til 4-0 í 5-0 stórsigri á B68 á Svangaskarði í dag. KÍ hevur nú skotið 83 mál higartil í ár. Gamla metið átti HB. Í fjør skutu teir reyðsvørtu 81 mál tilsamans.

Víkingur vann eisini stórt í dag, tá TB tók ímóti við Stórá. Longu í fyrsta minutti legði Olaf Bárðarson útiliðið framum, og dysturin endaði 6-0.

07 Vestur og B36 spældi 2-2 javnleik á Dungasandi. Heimaliðið sá annars út til at fara við øllum, men í síðstu løtu javnaði Sebastian Pingel.

Tóki Johannesen tryggjaði EB/Streymi ein 1-0 sigur á ÍF, og støðan hjá fuglfirðingum í botninum versnaði munandi.

B68-KÍ, 0-5 (Svangaskarð) 
0-1 sjálvmál, 15 min.
0-2 Deni Pavlovic, 17 min.
0-3 Claes Philip Kronberg, 31 min.
0-4 Boris Dosljak, 53 min.
0-5 Jasper Van Der Heyden, 61 min.

TB-Víkingur, 0-6 (við Stórá)
0-1 Martin Klein, 1 min.
0-2 Jákup Johansen, 34 min.
0-3 Jákup Johansen, 36 min.
0-4 Martin Klein, 42 min.
0-5 Sølvi Vatnhamar, 58 min.
0-6 Sølvi Vatnhamar, 87 min (br.)

07 Vestur-B36, 2-2 (Dungasandur)
0-1 Sebastian Pingel, 18 min.
1-1 Predrag Jeremic, 33 min.
2-1 Albert Theis Nielsen, 83 min.
2-2 Sebastian Pingel, 89 min.

EB/Streymur-ÍF, 1-0 (í Hólmanum)
1-0 Tóki Johannesen, 48 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. februar
Vikuskiftið 6 feb 2026
203848
Fríggjadag 6. februar
LEITISSTEIN 06.02.2026 (HOYDALAR)
203842
Fríggjadag 6. februar
Breddin: Skal ES flyta seg tættari saman?
203822
Fríggjadag 6. februar
RagnarRokk:Attila Csihar um Liturgy of Death
203781
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786