Næmingar við Løgmannabreyt farnir í sóttarhald

Næmingar við Løgmannabreyt farnir í sóttarhald
Børnini í 2. flokki sleppa aftur í skúla 20. september
 
13.09.2021 - 12:48

Næmingar í 2. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík eru farnir í sóttarhald í 10 dagar, eftir at ein næmingur varð staðfestur smittaður av koronu fríggjadagin. Avgerðin um sóttarhald er tikin í samráð við landslæknan. 

Børnini í 2. flokki sleppa aftur í skúla 20. september. 

Samstundis skulu lærarar lata seg kanna á fjórða degi, sætta degi og aftur 19. september, beint áðrenn tey fara aftur í skúla. 

Eisini 1. og 3. flokkur 

Fyri at binda um heilan fingur, hevur skúlaleiðslan heitt á 1. og 3. flokk um eisini at lata seg kanna beinanvegin, á fjórða og sætta degi. 

Skúlaleiðslan heitir inniliga á allar næmingar skúlans, øll foreldur og onnur avvarðandi um at vera serliga varin næstu dagarnar.

Hevur næmingur sjúkutekin, ella ábending um sjúkutekin, verður hon/hann biðin um at vera við hús,  og lata seg kanna alt fyri eitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974