- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málskjútti: Glaður fyri at fáa fótin á
Áki Samuelsen spældi kanska ikki sín besta dyst í javnleikinum ímóti Slovakia.
Í steðginum vildi viðmerkjarin hjá Kringvarpinum Oddbjørn Joensen hava vongin útskiftan, men tíbetur lurtaðu venjararnir ikki eftir honum - í øllum førum ikki beinanvegin - tí stutt eftir steðgin skoraði Áki Samuelsen til 2-1 í Kosice.
- Eg veit ikki, um tað var eitt innlegg ella eitt skot, men so stóð eg har, og royndi at fáa fótin á, og tað fekk eg so, segði Áki Samuelsen, sum skoraði fyri aðru í hesi Nations League-kappingini.
Í fyrra hálvleiki legði Slovakia seg á odda, áðrenn Viljormur Davidsen javnaði úr 11 metrum við sínum áttanda landsliðsmáli. Eftir leiðslumálið hevði Petur Knudsen eitt skot á tvørtræið, áðrenn heimaliðið javnaði til 2-2.
Áki Samuelsen viðgekk, at teir høvdu tað eitt sindur torført í høgru síðu, har fyrsta málið í dystinum eisini hevði sín uppruna.
- Eg haldi vit fáa avgreitt tað gott, men har vóru nøkur innlegg í fyrra hálvleiki, har teir fáa lagt tey eitt sindur ov ótrýstir, segði høgri vongurin, sum er spentur til dystin ímóti Moldova mánadagin, har uppflytingardystur til deild B stendur upp á spæl.
- Eg var spentur longu áðrenn dystin fyri at vera heilt erligur. Hatt er ein landsdystur, har tú veist, at okkurt er at spæla fyri á Tórsvølli, so tað verður ikki betri, segði Áki Samuelsen.























