Gevst sum stjóri á Havstovuni

Gevst sum stjóri á Havstovuni
Eilif Gaard hevur verið stjóri á Havstovuni síðani 2010
Eilif Gaard gevst nú sum stjóri á Havstovuni.
 
14.09.2021 - 09:17

Eilif Gaard hevur sagt upp sum stjóri á Havstovuni.

Eilif Gaard sigur við Dimmalætting, at hann í eina tíð hevur hugsað um at gevast sum stjóri, men at hann vildi ikki fara, fyrr enn verkætlanin við Jákup Sverra var liðug.

Hann sigur eisini, at arbeiðið hjá Havstovuni er broytt nokk so nógv í samband við umsitingarætlanina og broytingina í áseting av fiskidøgum, og hann heldur at hetta er rætta løtan at gevast.

Hann leggur dent á, tað er eingin dramatikkur yvirhøvur í sambandi uppsøgnina.

Eilif Gaard hevur verið stjóri á Havstovuni síðani 2010. Hann er 64 ára gamal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Skipsboð
216603
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470