- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsætisráðharrin undir illgruna fyri dráp
Ríkisadvokaturin í Haiti hevur ákært Ariel Henry, forsætisráðharra, fyri at hava samband við drápið á forsetan, Jovenel Moise, 7. juli í ár.
Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Tíðindini eru vorðin almenn, nú fimm dagar eftir at ríkisadvokaturin, Bed-Ford Claude, fríggjadagin hitti forsætisráðharran fyri at finna fram til, hví hann tosaði við ein av teimum, sum er undir illgruna í drápsmálinum, sama kvøld, sum forsetin doyði.
Lupu á húsini
Jovenel Moïse varð skotin í einum álopi á húsini, har hann búði. Eitt samdøgur seinni vóru fýra fólk skotin, og tvey fólk eru handtikin í málinum.
Størsta blaðið í Haiti, Le Nouvelliste, skrivar, at illgrunin er settur í samband við hesa telefonsamrøðuna.
Blaðið skrivar eisini, at ríkisadvokaturin krevur, at tað ikki verður loyvt Henry at fara úr landinum, tí tað, sum er komið fram í málinum, er álvarsamt.