Gula smiðja letur upp næsta ár

Gula smiðja letur upp næsta ár
Runavíkar kommuna nú søkir eftir leiðara til húsið
Nú verður søkt eftir leiðara til Gulu smiðju í Runavík, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu næsta ár.
Mynd: Runavíkar kommuna  
 
16.09.2021 - 09:05

Ungdóms- og virkishúsið Gula smiðja í Saltangará er nú komið so langt ávegis, at latið verður upp tíðliga næsta ár.

Og Runavíkar kommuna søkir nú eftir leiðara til húsið.

Kommunan hevur stórar ætlanir við Gulu smiðju.

Umframt karmar um hugnaliga og mennandi samveru í frítíðini, er ætlanin, at húsið skal nýtast til fjølbroytt mentanarvirksemi.

Gula smiðja skal verða klekingardepil fyri mentan hjá ungum á staðnum. 

Freistin at søkja leiðarastarvið er til 18.oktober.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053