Fýra vikur í varðhaldi aftrat

Fýra vikur í varðhaldi aftrat
Maðurin, sum 5. september royndi at bíta ein politist, skal sita fýra vikur aftrat í varðhaldi
Maðurin skal sita fýra vikur afturat
 
17.09.2021 - 18:32

Maðurin hevur sitið 14 dagar varðhaldsfongslaður.

Tað var sunnumorgunin 5. september, at maðurin svav mitt á einum vegi. 

Tá politiið vakti hann og skuldi taka hann, royndi hann at bíta ein politist. 

Tað er álop á fólk, sum er í tænastu, og brot á revsilógina.

Hóast tað ikki eydnaðist manninum at bíta politistin, so verður tað revsað eins hart sum um tað eydnaðist. 

Í rættinum í dag komu fleiri skuldsetingar aftrat, - m.a. hevur maðurin bitið eitt løgreglufólk í fingurin og hevur hótt løgreglufólk, og hevur hótt fólk og roynt at fremja harðskap.

Maðurin skal nú sita í varðhaldi til 15. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444