Ríkisleiðarar á toppfund um tilflytarar, Aganistan og skógareldar

Ríkisleiðarar á toppfund um tilflytarar, Aganistan og skógareldar
Ríkisleiðarar í Suðurevropa fara á fund í kvøld í Athen
 
17.09.2021 - 18:31

Bólkurin av londum, sum verða við á fundinum, eitur Med7 og fevnir um Frakland, Portugal, Italia, Spania, Kýpros, Malta og Grikkaland. Á hesum fundinum verða eisini umboð Slovenia og Kroatia.

Felags stev

Talsmaður fyri griksku stjórnina sigur, at londini skulu tosa um mál, sum hótta trygdina og støðufestið í Miðjarahavinum, og at Grikkaland serliga vil tosa um tørvin á felags stevi í sambandi við veðurlagsbroytingarnar.

Grikski forsætisráðharrin, Kyriakos Mitsotakis, hevur fyrr sagt, at eitt av týdningarmestu málunum á toppfundinum er lívfrøðiligt margfeldni og samstarv fyri at basa skógareldum.

Forkvinnan fyri ES-nevndini, Ursula Von der Leyen, verður eisini við á fundi, um ávirkanina av veðurlagsbroytingum í Miðjarahavinum.

Tilflytingin ørkymlar

ES stúrir eisini fyri tilflyting, nú amerikanarar eru farnir úr Afganistan og fleiri umsøkjarar um friðskjól fara at koma í kjalarvørrinum av tí, eins og tað var í sambandi við kríggið í Sýria í 2015.

Grikkaland og onnur lond í Suðurevropa mugu taka sær av meginpartinum av flóttafólkum, sum koma til ES, og tey hava leingi kært seg um, at ES-lond longri norðuri ikki stuðla teimum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454