Fíggjarstjórin hjá Huawei latin leysur

Fíggjarstjórin hjá Huawei latin leysur
Meng Wanzhou varð handtikin í Kanada fyri trimum árum síðani eftir boðum úr USA.
 
25.09.2021 - 10:20

USA letur nú fíggjarstjóran hjá Huawei leysan aftur.

Meng Wanzhou varð handtikin í Kanada fyri trimum árum síðani eftir boðum úr USA. Og har hevur hon sitið síðani.

USA kravdi hana útflýggjaða, tí amerikansku myndugleikarnir vildu vera við, at hon hevði brotið tiltøkini, ið USA hevði sett í verk móti Iran.

Nú hevur USA gjørt avtalu við Huawei. Partarnir eru samdir um, at amerikanska løgmálaráðið útsetir rættarmálið móti Meng Wanzhou til desember mánað næsta ár. Um hon til ta tíð hevur hildið allar treytir, sum eisini eru í avtaluni, verður rættarmálið slept.

Meng Wanzhou kann nú ferðast heim aftur til Kina.

Og sambært avtaluni vil USA samstundis sleppa kravinum um at fáa hana útflýggjaða til USA. 

Sambært Ritzau fór Meng Wanzhou heim til Kina í gjár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558