Taldu umaftur: Kvinnurnar mistu meirilutan

Taldu umaftur: Kvinnurnar mistu meirilutan
Í altinginum eru nú 33 menn og 30 kvinnur
Valkvøldið høvdu kvinnurnar meirilutan í nýggja altinginum, men eftir umteljing í einum valdømi hava tær mist meirilutan
Mynd: RÚV  
 
27.09.2021 - 09:49

Kvinnurnar eru ikki longur í meiriluta í altinginum, eftir at atkvøðurnar í einum valdømi vóru taldar umaftur.

Hendan teljingin gjørdi, at tríggir menn blivu valdir, og tríggjar kvinnur mistu tingsessin.

Í altinginum eru nú 33 menn og 30 kvinnur.

Í gjár vóru tølini júst tey øvugtu, 33 kvinnur og 30 menn.

Altingið var tá fyrsta ting í Evropa, har sum kvinnur vóru í meiriluta.   

Millum teirra, sum mistu sessin í gjár, er 21 ára gamla Lenya Rún Taha Karim, sum annars var yngsta fólkið, sum nakrantíð er valt í altingið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327